Felagið

§ 1

Navn felagsins er TB, hvørs endamál er at iðka bóltleik.

§ 2

a) Ein og hvør, sum er fyltur 14 ár, kann við at venda sær til kassameistaran, gerast limur og eigur tá at fáa lógina útflýggjaða.

b) Dreingir og gentur undir 14 ár kunnu gerast limir við at venda sær til venjararnar í teimum yngru deildunum.

c) Limagjaldið og onnur tilík gjøld innanfelags verða ásett av stjórnini. Stjórnin avger, hvussu hesi  gjøld verða kravd, og byrjað verður í januar mánað at krevja limagjaldið fyri sama árið.

d) Tað verður ikki loyvt limi at hava meira enn 2 ára eftirstøðu. Hann verður tá roknaður útmeldaður.

e) Limir, ið ikki halda felagsins lóg ella á annan hátt standa felagnum ívegin, hevur stjónin heimild til at strika.

f) Ynskir strikaður limur at gerast limur av nýggjum, kann hann bert gerast tað á einum eykaaðalfundi, har ein meiriluti atkvøður fyri.

§ 3

a) Fyri viðurskiftum felagsins skipa:

  1. Aðalfundurin,
  2. 3-mannastarvsnevnd,
  3. Stjórn,
  4. Umboðsnevndir.

b) Starvsnevndin umsitur ta dagligu leiðsluna av felagnum. Starvsnevndarlimirnir verða valdir á aðalfundinum fyri 2 ár ísenn, annað hvørt ár tveir og annað hvørt ein - fyrstu ferð avgjørt við lutakasti. Nevndin velur formann, kassameistara og skrivara. Skrivarin er samstundis næstformaður.

c) Í stjórn felagsins sita starvsnevndarlimirnir og formenn í umboðsnevndunum. Her verða allar vanligu avgerðir felagsins tiknar og reglugerðir fyri umboðsnevndirnar ásettar.

d) Umboðsnevndirnar verða valdar á aðalfundinum fyri 1 ár í senn og skipa seg sjálvar. Í umboðsnevndunum skulu í minnsta lagi sita 3 limir og í mesta lagi 5. Bert tá 5 limir sita í umboðsnevndini, skal hon skipa seg við formanni og næstformanni - annars einans við formanni og kassameistara. Stjórnin kann, um hon heldur tað verða neyðugt, seta eina bráðfengis umboðsnevnd ella álitismann til ávist arbeiði, annars skulu øll mál viðvikjandi umboðsnevndum vera stjórnini í hendi til ásettu tíð áðrenn aðalfundin. Umboðsnevndir kunnu bert avtakast á aðalfundinum.

e) Starvsnevndarlimir kunnu ikki sita í umboðsnevndum.

§ 4

a) Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Hann verður hildin í oktober mánað. Mál til aðalfundin skulu vera stjórnini í hendi áðrenn 1. oktober. Fundurin skal lýsast í bløðunum í minnsta lagi við 14 daga ávaring. Á hesum fundi verður dagsskráin:

  1. Fundarstjóri verður valdur
  2. Formenninir greiða frá farna ári.
  3. Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur.
  4. Innkomin mál.
  5. Val av:
    a) starvsnevnd og einum tiltaksmanni,
    b) umboðsnevndum og einum tiltaksmanni til hvørja,
    c) grannskoðara.
  6. Ymiskt.

b) Við val av starvsnevnd og umboðsnevndum skal skrivlig atkvøða fara fram, og bert limir, ið eru fyltir 14 ár, hava atkvøðurætt.

c) Sum partur av ársfrágreiðingini verður gerðabókin, sum skrivarin førir gjøgnum árið, framløgd.

§ 5

Stjórnin kann kalla til eykaaðalfund. Annars skulu í minnsta lagi 12 limir krevja tað, samstundis sum tað verður boðað stjórnini skrivliga frá tí, ið fyrilagt verður.

§ 6

Til allar lógarbroytingar og aðrar fyri felagið týdningarmiklar spurningar krevst, at 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri, treytað av at minst 18 møta.

§ 7

Felagið kann ikki takast av, um 12 limir ynskja at halda fram.

§8

Um so verður, at felagið heldur uppat, skulu tess ognir fara til frama fyri ítróttin á Tvøroyri.

PDF-útgáva

Lógin kann eisini takast niður sum PDF-fílur. Trýst her fyri at taka PDF'in niður.