Kunning um Kennifílar
Her er ein frágreiðing um, hvussu TB nýtir elektronisku slóðina, sum tú leggur eftir tær, tá ið tú vitjar heimasíðu hjá TB.
Ein kennifíla er ein lítil tekstfíla, sum heimasíður brúka til at kenna aftur tína teldu, tínum teldli ella tína fartelefon. Ein kennifíla er ikki eitt forrit, men ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit.
Tá ið tú vitjar heimasíðuna hjá TB verða fylgjandi upplýsingar skrásettar:
- hvønn kaga tú brúkar
- hvørjar síður á www.tb.fo tú vitjar og nær
- hvørja upploysn tín skermur hevur
- hvørja stýriskipan tín telda hevur
- hvørja heimasíðu tú vitjaði beint áðrenn okkara
- hvønn IP-bústað tú hevur
Upplýsingarnar verða bert nýttar í sambandi við heimasíðu og til at gera hagtøl, sum m.a. verða brúkt til at betra um heimasíðuna.
Upplýsingarnar frá kennifílum kunna ikki brúkast til at savna persónsupplýsingar um teg. Ongar upplýsingar frá kennifílum verða givnar víðari ella seldar triðja parti.
Tú kanst altíð nokta at brúka kennifílar á tíni teldu. Hetta gert tú í samansetingini fyri kagan tú brúkar. Tó verður gjørt vart við, at uttan kennifílar ber møguliga ikki til at brúka allar funkur á heimasíðuni. Ynskir tú ikki at móttaka kennifílar frá heimasíðuni hjá TB, kanst tú í kaganum, tú brúkar, skráseta tb.fo á listan yvir heimasíður, sum tú ikki ynskir kennifílar frá. Samstundis er eisini í flestu kagum møguleiki fyri at strika kennifílar, sum kagin longu hevur lagt á telduna.
Um tú ikki frammanundan hevur avvíst brúk av kennifílum frá www.tb.fo ella strika kennifílar, góðtekur tú samstundis, tá ið tú vitjar www.tb.fo brúkið av kennifílum frá heimasíðuni hjá TB.