Sangir

Tvøroyrar Bóltfelag er eitt felag, sum er víðagiti fyri mongu sangirnar, ið eru um felagið. Uttan iva man Eitt Fótbóltslið Sum TB vera ein tann mest kendi fótbóltssangurin í Føroyum og eru tað uttan iva mong, eisini norðanfyri, ið duga hendan sangin uttan at.

Tvøroyrar Bóltfelag hevur nýliga stovna ein YouTube-rás, ið millum annað hevur verið brúkt til TB Bingo.

Leinkið til YouTube-rásina

 TB Bandið

Til ber at hoyra TB Bandið á YouTube, ið bleiv útgivið í samband við 100 ára dagin hjá TB - playlistin er niðanfyri, har gamlir klassikarir, so sum Stinnir Saman Standið og Verið Kvikir kunnu hoyrast.

TB 120 ár-sangurin


​Sangurin í samband við at TB fylti 120 ár í 2012, er nú at hoyra á YouTube, hoyr hann niðanfyri.

Sangurin er eitt úrslit av stórum TB kenslum úr Keypmannahavn. Helgi Eidesgaard hevur yrkt og Pól Arni Holm syngur. Lagið og tónleikin stendur Uni Debess fyri.

Eitt Fótbóltslið Sum TB


​Eitt fótbóltslið sum TB
ei vit hava sæð.
Teir vunnu bæði HB
og onnur lið so fræg.
So fóru teir til Hetlands
við tjaldrinum ein dag
humørið var tað besta
ið nakar hevði sæð.

Farið fram garpar vinni hvønn dyst
so at vit síggja at TB er fyrst.
Frá málmanni og út á uttasta vong
ja, leiðarin er við
ja, øll kenna liðið frá Tvøroyrar bý.

Við Georg Thomsen fræga
og hansara frú
vit ferðaðust so víða frá okkara búð.
Í Fort Charlottu búðu vit allir 18 mans.
We enjoy us well in Shetland
and we need every chance.